Seinnapartin vera tveir dystir leiktir í Betrideildini hjá monnum.
Inni í Vika á Argjum tekur nummar 10, AB móti nummar átta, TB. Í Hólmanum á Eiði tekur nummar seks, EB/Streymur móti nummar tvey á stigatalvuni, B36.
Hóast TB hevur seks stig fleiri enn AB, so er AB favorittur hjá 14 altjóða veddingarfyritøkum.
Miðaloddsini upp á heimasigur til AB eru 1,86. Miðaloddsini upp á útisigur til TB eru 3,55.
Miðaloddsini upp á javnleik, ið er eitt úrslit TB betri kann liva við eru 3,59.
##med2##
Hóast EB/Streymur hevur staðið seg væl í seinastuni, og hóast teir hava heimavøll í dag, so er B36 greiður favorittur hjá 14 altjóða veddingarfyritøkum at vinna dystin í Hólmanum.
Miðaloddsini upp á heimasigur til EB/Streym eru 7,17. Miðaloddsini upp á útisigur til B36 eru 1,33.
Miðaloddsini upp á javnleik eru 4,87.
##med3##