Veddingarfyritøkurnar: Fleyr hevur ongan møguleika móti Friso Sneek

Fleyr spælir í kvøld seinna dystin móti Friso Sneek í Challenge Cup í høllini á Hálsi

Frá útidystinum hjá Fleyr í Niðurlondum

Í kvøld klokkan 19 spælir kvinnuliðið hjá Fleyr seinna dystin í Challenge Cup móti niðurlendska liðnum, Friso Sneek.

 

Á útivølli í farnu viku tapti Fleyr 0-3 (9-25, 17-25, 17-25).  Í øðrum setti var Fleyr eitt skiftið á odda 8-5, men heimaliðið fótaði sær aftur, og vann at enda settið 25-17. 

 

Fimm altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystin millum Fleyr og Friso Sneek í kvøld lata bara høg odds upp á sigur til Fleyr. Tær fimm veddingarfyritøkurnar sýta at lata odds fyri sigur til Friso Sneek, tí tað er í teirra verð givið, at Friso Sneek vinnur dystin í høllini á Hálsi í kvøld. Men tað kunnu venjarin og leikararnir hjá Fleyr bara brúka sum eyka motivasjón til dystin í kvøld. 

 

Oddsini upp á sigur til Fleyr móti Friso Sneek liggja millum 12,00 og 23,00.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

Frá útidystinum hjá Fleyr í Niðurlondum