Veddingarfyritøkurnar: Reilly verður nummar 10 í hálvfinaluni

Sambært 12 altjóða veddingarfyritøkum hevur Reilly ein 59 prosents møguleika at vinna seg í finaluna í Eurovision í Liverpool

Komandi hóskvøld má tað røkka ella støkka hjá Reilly, ið tá skal kappast við tónleikarar frá 15 øðrum londum um 10 pláss í finaluni í Eurovision sangkappingini, ið verður í Liverpool komandi leygarkvøld.

 

Reilly umboðar Danmark og fer at framføra lagið: "Breaking my Heart". 

 

12 altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á Eurovision hálvfinaluna, ið Reilly kappast í komandi hóskvøld geva í miðal Reilly ein 59 prosents møguleika at røkka finaluni komandi leygarkvøld.

 

Eysturríki hevur sambært veddingarfyritøkunum besta møguleikan. Veddingarfyritøkurnar geva Teyu og Salenu ein møguleika upp á 91 prosent at vinna seg í finaluna.

 

Sambært veddingarfyritøkunum fer tað at ríða um snarið millum Reilly og Alika úr Estlandi um at enda á 10. plássinum í hálvfinaluni komandi hóskvøld. 

 

Her eru oddsini hjá teimum 12 veddingarfyritøkunum:

 

##med2##