Veddingarfyritøkurnar: vinnaramøguleikarnir hjá Reilly eru 26 prosent

Reilly er næststørsti favoritturin hjá veddingarfyritøkunum

Verður hugt eftir oddsunum upp á donsku Eurovision kappingina komandi leygarkvøld eru møguleikarnir hjá Reilly at vinna kappingina ikki sørir.

 

Sambært veddingarfyritøkunum hevur Eyjaa og lagið: "I was gonna marry him" ein 35 prosents møguleika at vinna.

 

Møguleikarnir fyri, at Reilly og lagið: "Breaking my Heart" vinnur er 26 prosent.

 

Vinnaramøguleikarnir hjá hinum seks luttakaranum liggja millum tvey og 12 prosent, sambært veddingarfyritøkunum.

 

Oddsini veddingarfyritøkurnar bjóða uppá, at Reilly vinnur kappingina liggja millum 2,70 og 5,50.

 

Oddsini upp á, at Eyjaa vinnur kappingina liggja millum 2,38 og 2,80.

 

Oddsini upp á hinar seks luttakararnir liggja millum 5,00 og 40,00.

 

So tað stendur í løtuni millum Reilly og Eyjaa, men nógv kann broytast leygarkvøldið klokkan 19.