Vel Henriksen – og tú fært bæði ungt og tilkomið

Eg eri errin av, at Sandoyar Tjóðveldisfelag og Unga Tjóðveldi hava valt at stillað bæði meg og sonin, Jógvan Jón Henriksen, upp til løgtingsvalið.

 

Tveir Henriksen, báðir uppstillaðir. Annar fyri Sandoyar Tjóðveldisfelag. Hin fyri Unga Tjóðveldi.

Hetta er fyrstu ferð, eg stilli upp til eitt løgtingsval. 

Eg havi verið limur í Sandoyar Tjóðveldisfelag, síðan eg var blaðungur, og eg havi bæði verið í nevnd og verið formaður í felagnum. 

Felagið stillaði meg fyrstu ferð upp til fólkatingsval á valinum hin 31. oktober í ár, og eg eri takksamur fyri, at felagið hevur valt at stilla meg uppaftur á løgtingsvalinum hin 8. desember. 

Tað, sum er eitt sindur serstakt hesaferð, umframt at eg eri uppstillaður, er, at Unga Tjóðveldi eisini hevur valt at stilla sonin hjá mær, Jógvan Jón Henriksen, upp sum teirra valevni.

Jógvan Jón er 18 ára gamal og gongur á Glasi, ein gløggur, fyrikomandi og skilagóður ungur maður.

 

Eg eri errin av, at Sandoyar Tjóðveldisfelag og Unga Tjóðveldi hava víst okkum báðum so stórt álit, at feløgini hava valt at stillað okkum báðar upp til løgtingsvalið. 

 

Hetta er flott, og hetta kennist sum ein stór álitisváttan, sum eg onga løtu ivist í, at vit báðir fara at liva upp til, um veljarin vísir okkum álit á løgtingsvalinum. 

Tjóðveldi hevur ongar trupulleikar við javnstøðu á tingi, og tískil hevur veljarin her ein gyltan møguleika, nú feðgarnir bjóða seg fram at umboða Tjóðveldi á Føroya løgtingi. 

Myndin omanfyri er tikin í gjárkvøldið, tá eg í góðveðrinum hongdi nakrar plakatir upp her heima á Sandi.

Tað er mín vón, at so nógvar atkvøður sum gjørligt verða brúktar í sýsluni á løgtingsvalinum – og ikki verða fluttar úr økinum á valdegum. 

 

Økið hjá okkum er avmarkað, og vit eru ikki so fjølment. Tískil er tað eisini mín vón, at veljarar úr øðrum økjum í landinum fara at venda sær henda vegin og vilja hjálpa okkum at fáa umboð á Føroya løgting. 

Vel ein Henriksen, og veljarin fær tvey heit og lýsandi tjóðveldishjørtu á Føroya løgting. 

 

Kristian Oskar Henriksen, valevni hjá Tjóðveldi.

 

##med2##

 

Lesið eisini: 

 

"At verja umhvørvið snýr seg um eina hugburðsbroyting"

 

https://in.fo/news-detail/at-verja-umhvoervid-snyr-seg-um-eina-hugburdsbroyting

 

"Okkara ríku Føroyar skulu ríka bæði ung og eldri"

 

https://in.fo/news-detail/okkara-riku-foeroyar-skulu-rika-baedi-ung-og-eldri

 

"Eg eri eyðmjúkur og takksamur"

 

https://www.in.fo/news-detail/eg-eri-eydmjukur-og-takksamur

 

"Fólk mugu fáa fígging til egnan bústað"

 

https://www.in.fo/news-detail/folk-mugu-faa-figging-til-egnan-bustad

 

Tveir Henriksen, báðir uppstillaðir. Annar fyri Sandoyar Tjóðveldisfelag. Hin fyri Unga Tjóðveldi.

Her eru vit í Havn, har Jógvan Jón gongur í skúla. Nú skulu platir upp at hanga í høvuðsstaðnum.