Venjarin hjá Kristianstad: Elias skuldi fingið reyða kortið

Stian Tønnesen, venjari hjá Kristianstad heldur Elias hevði eina "lívshættisliga" takling í dystinum

Myndir: gp.se

Hóast hann og lið hansara, Kristianstad vunnu aðru meistaraskapsfinaluna á Sävehof á útivølli í Partille, so brúkti høvuðsvenjarin hjá Kristianstad, Stian Tønnesen nógva tíð at øsa seg um dømingina í dystinum, ið Kristianstad vann 45-44 aftaná tvær ferðir longda leiktíð.

 

Stian Tønnesen metti, at Elias Ellefsen á Skipagøtu framdi tað sum hann nevnir eina "lívshættisliga" takling. Hendingin sæst á myndini omanfyri. Stian Tønnesen heldur, at tað skuldi verið reytt kort til Elias í støðuni.

 

Stian Tønnesen nevnir tó einki um í svensku miðlunum, at hansara egnu leikarar framdu skaða á Elias, ið mátti av vøllinum.

 

Hóskvøldið spæla Kristianstad og Sävehof triðu meistaraskapsfinaluna í Kristianstad. Støðan í uppgerðini er 1-1. Spælt verður best av fimm dystum.

 

Myndir: gp.se