Norðurlendska verjusamstarvið fevnir um Danmark, Finnland, Ísland, Noreg og Svøríki.
Í Havn fara verjumálaráðharrarnir úr hesum londum eins og uttanríkisráðharrarnir úr Føroyum og Grønlandi millum annað at tosa um trygdarpolitisku støðuna í Arktis og Norðuratlantshavi. Harumframt fara verjumálaráðharrarnir NORDEFO-limalondini at undirskriva eina nýggja visjón fyri norðurlendska verjusamstarvi. Visjónin markerar, at Finnland og Svøríki eru vorðin limir í Nato.
Tíðindafundur verður týsdagin, har verjumálaráðharrarnir og uttanríkisráðharrarnir í Føroyum og Grønlandi, har avtalan verður undirskrivað, skrivar heimasíðan hjá danska verjumálaráðnum.