Verkafólk styrkja samstarv við arbeiðarafeløg í Danmark

Í síðsta mánaði vóru umboða fyri føroysku arbeiðarafeløgini á ferð í Danmark, har tað vitjaðu 3F Transportgruppen og fleiri havnir.

– Ferðin hevði til endamáls at styrkja samstarv okkara gjøgnum limaskapin í NTF (Nordic Transport Workers Federation), skriva arbeiðarafeløgini.

Eitt av høvuðsúrslitunum av hesari vitjan er, at føroysku arbeiðarafeløgini nú hava fingið staðfest eitt munagott og sterkt samstarv við arbeiðarafeløgini í Danmark. 

– Vit hava ásett greiðar ætlanir um at stuðla hvørjum øðrum í framtíðar ósemjum. Hetta merkir, at verkafeløg í Danmark og møguliga øðrum londum, fara at seta í verk samhugatiltøk fyri at stuðla okkum undir møguligum komandi verkfalli, siga feløgini.

– Við hesum samstarvi tryggja vit, at verkafólk standa sterkt saman yvir landamørk, siga tey.

##med2##

 

##med3##

 

##med4##