Vestmanna bygdarráð á vinarbýarvitjan

Í vikuni hava umboð fyri Vestmanna bygdarráð verið á vinarbýarvitjan í Snæfelsbær í Íslandi

Vitjað varð í bygdunum Ólafsvík, Hellissandi og Rif, sum allar eru í Snæfelsbærar kommunu.

 

Eisini varð leiðin løgd fram við hjá eldrafelagnum í kommununi, sum heldur til í egnum húsum í Ólafsvík. Eldrafelagið skipar fyri seyming, binding, postalínsmáling, jarnsmíð, glaslist, træsmíð og veving, og tey høvdu eisini sín egna tónleikabólk.

 

Umboðini úr Vestmanna kommunu sóu hvussu Snæfelsbær kommuna hevði skipað gøtur til ymisk ferðamál, og hvussu burturkast kann endurvinnast.

 

Komandi ár er ætlanin at umboð fyri bygdaráðið í Snæfelsbær koma á vinarbýarvitjan í Vestmanna.

 

Vestmanna kommuna tók upp vinarbýasamband tann 1. juli í 2001, og síðani hevur verið samband kommunurnar ímillum