VIDEO: Bjartalíð legði upp til mál og Rógvi vann við Bryne

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystunum Jerv-Fredrikstad 1-1 (0-1) og Bryne-Mjøndalen 2-1 (2-0)

Tvey føroyingalið vóru í leiki í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í dag.

 

Jóannes Bjartalíð byrjaði inni fyri Fredrikstad, ið fyri fjórðu ferð á rað leikti javnt. Í dag leikti Fredrikstad javnleik 1-1 móti Jerv á útivølli. Jóannes átti næstseinasta fótin tá hann við góðum frísparki skrúvaði bóltin í brotsteigin hjá Jerv, har ein fjálturstungin Erik Brenden hjá Jerv skuldi stúta hann burtur, men kom at stúta bóltin í egið mál. Tá 78 minuttir vóru leiktir javnaði Jerv til 1-1.

 

Fredrikstad er nummar við 11 stigum fyri tveir sigrar og fimm javnleikir. Bert trý stig eru upp til oddaliðið, Sogndal sum hevur 14 stig.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Jerv-Fredrikstad 1-1 (0-1): 

##med2##

 

Rógvi Baldvinsson byrjaði inni fyri Bryne, og Noah Mneney sat á beinkinum allan dystin, tá Bryne vann 2-1 á Mjøndalen á heimavølli í tí, sum av røttum átti at verið ein føroyingauppgerð, men tíverri verður Meinhard E. Olsen uttanfyri hjá Mjøndalen við krossbandsskaða í langa tíð. Senegalesiski Mamadou Diaw gjørdist stóra hetjan hjá Bryne tá hann innanfyri fimm minuttir í seinna hálvleiki raseraði verjuna hjá Mjøndalen og skoraði hegnisliga tvey vøkur mál. Mjøndalen fekk pyntað um støðuna í seinna hálvleiki.

 

Bryne er nummar níggju í deildini við níggju stigum.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Bryne-Mjøndalen 2-1 (2-0)

 

##med3##

 

Ígjár leikti Sandnes ULF javnleik 1-1 móti Kristiansund á heimavølli. Gullbrandur Øregaard slapp á vøllin fyri Sandnes seinastu løtuna.

 

Sandnes er nummar 13 í deildini við seks stigum.