VIDEO: Final Four hálvfinala Dortmund-Nykøbing Falster 33-35 (Hæddarpunkt)

(Video) Síggj hvussu Annika Fríðheim Petersen og liðfelagarnir í Nykøbing Falster vunnu á Dortmund í hálvfinaluni í Final Four í European League aftaná longda leiktíð og brotskastskapping

Føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen hevur aftur skrivað føroyska hondbóltssøgu.

 

Hon verður fyrsti føroyski landsliðsleikarin nakrantíð, ið skal spæla eina finalu í einari evropeiskari Final Four kapping.

 

Liðið hjá Anniku, Nykøbing Falster vann í hálvfinaluni í Graz í Týsklandi á týska liðnum, Dortmund sum var favorittur hjá veddingarfyritøkunum.

 

Nykøbing Falster vann 35-33 aftaná longda leiktið og brotskastskapping.

 

HER ber til at síggja hæddarpunkt frá Eurohandball frá minniligu hálvfinaluni í Graz:

 

##med2## 

 

BVB-Dortmund-Nykøbing Falster 33-35 (32-22 - 29-29 - 16-12) - Hálvfinala í Final Four í EHF European League

 

BVB Dortmund : Dana Bleckmann 7, Anna Hausherr 6, Zoe Sprengers 5, Alina Grijseels 4, Lisa Antl 3, Meret Ossenkopp 3, Frida Ronning 3, Maraike Kusian 2.

 

Nykøbing Falster : Mia Svele 10, Elma Halilcevic 7, Sofie Flader 5, Alberte Madsen 4, Sofie Olsen 4, Nikita Van Der Vliet 4, Marie Sajka 1.

 

Cecilie Greve bjargaði 9/30 = 30 %  - Annika Fríðheim Petersen bjargaði 2/12 = 16,67 %

 

Í finaluni møtir Nykøbing Falster einum øðrum donskum liði, Ikast-Herning sum vann greiðan 31-26 (17-10) sigur á týska liðnum, Thüringer.

 

Finalan í Final Four í Graz í Eysturríki verður leikt klokkan 17 í morgin.