VIDEO: Fyrsti sigurin hjá Mikkjali í bestu norsku fótbóltsdeildini

(Video) Síggj ein samandrátt frá dystinum Brann Bergen-Fredrikstad 0-2 (0-1)

Sunnukvøldið vann liðið hjá Mikkjali K. Thomassen, Fredrikstad fyrsta sigurin í bestu norsku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið.

 

Fredrikstad vann frammanfyri einum fullsettum Brann leikvølli í Bergen 2-0 á Brann Bergen.

 

Stóra hetjan hjá Fredrikstad var Stian Molde, ið skoraði bæði málini. Tað fyrra beint undan steðginum, og tað seinna tá 17 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.

 

Jóannes Bjartalíð var ikki við í hópinum hjá Fredrikstad, og Brandur H. Olsen kom ikki á vøllin hesaferð.

 

HER  ber til at síggja ein samandrátt frá fyrsta sigrinum hjá Mikkjali í bestu norsku fótbóltsdeildini.