VIDEO: Meinhard legði upp til tvey mál í málríkum sigri

(Video) Síggj hæddarpunktini frá ótrúliga dystinum Mjøndalen-Vålerenga 5-3 (2-1)

Meinhard E. Olsen, Alie Conteh og Mats Pedersen leiktu framúr fyri Mjøndalen í dag

Meinhard E. Olsen leikti í dag saman við liðfeløgunum í Mjøndalen ein minniligan dyst á heimavølli móti gamla stórliðnum, Vålerenga í næstbestu norsku fótbóltdeildini.

 

Mjøndalen vann ein flottan 5-3 sigur frammanfyri 2.368 áskoðarum. Í steðginum var Mjøndalen á odda 2-1.

 

Tá 86 minuttir vóru leiktir var Mjøndalen á odda heili 5-1. Vålerenga slapp í tíðini dómarin hevði lagt aftrat at pynta um úrslitið.

 

Meinhard legði upp til 2-1 og 4-1 málið, ið Alie Conteh úr Sierra Leone skoraði. Alie Conteh skoraði reint hattrick. Sivert Øverby skoraði fyrsta og Brinder Singh skoraði fimta málið.

 

Heimasíðan hjá Mjøndalen framhevjar Alie Conteh, Meinhard og Mats Pedersen fyri framúr góð avrik.

 

Meinhard var skiftur út beint aftaná 4-1 málið.

 

Mjøndalen er nummar 10 í deildini við fimm stigum fyri fýra dystir. Sigurin í dag var tann fyrsti hjá Mjøndalen hetta kappingarárið.

 

Komandi leygardag klokkan 15 tekur Mjøndalen móti Aalesund á heimavølli. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Mjøndalen-Vålerenga 5-3 (2-1):

 

##med2##

 

Meinhard E. Olsen, Alie Conteh og Mats Pedersen leiktu framúr fyri Mjøndalen í dag