Patrik Johannesen og liðfelagarnir í Breiðablik vunnu seg í kvøld víðari til annað undanumfarið í Conference League.
Breiðablik vann á heimavølli í Kópavogsvøllinum 3-1 á Tikvesh úr Norðurmakedonia.
Breiðablik-Tikvesh 3-1 (1-1) - Breiðablik vinnur samanlagt 5-4.
0-1 Ediz Spahiu ('9 )
1-1 Kristinn Steindórsson ('44 )
2-1 Höskuldur Gunnlaugsson ('53 )
3-1 Kristófer Ingi Kristinsson ('85 )
Tá 75 minuttir vóru leiktir av dystinum kom Patrik Johannesen á vøllin fyri Breiðablik. 10 minuttir seinni fann Patrik Kristófer Inga Kristinsson við einari góðari sending. Kristófer Ingi Kristinsson tók av og økti til 3-1, og so vann Breiðablik ein samlaðan 5-4 sigur, og vann seg víðari í kappingini.
Í øðrum undanumfarinum møtir Breiðablik FC Drita úr Kosovo.
HER ber til at síggja málini frá dystinum Breiðablik-Tikvesh 3-1 (1-1) - og framúr góðu fríspælingina hjá Patriki:
##med2##