VIDEO: Síggj Jóan Sìmun skora enn eitt mál fyri Shkupi

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Shkupi-Brera Strumica 3-1 (2-1)

Ígjár fekk Jóan Símun Edmundsson møguleikan frá dystarbyrjan í heimadysti hjá Shkupi móti Brera Strumica í bestu norðurmakedonsku deildini.

 

Tað eydnaðist Shkupi at vinna dystin 3-1. Jóan Símun fekk heimaliðið á sigurskós longu í sætta minutti. Jóan Símun skoraði úr stuttari frástøðu. 

 

Í 20. minutti økti japanski, Yumemi Kanda til 2-0. Stutt undan steðginum minkaði útiliðið um munin. Í 73. minutti staðfesti Numan Ajetovikj sigurin hjá Shkupi.

 

Talan er um triðja málið hjá Jóan Símuni í deildini hetta kappingarárið.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá 3-1 sigrinum hjá Shkupi:

 

##med2##