Føroyingaliðið og oddaliðið í næstbestu norsku fótbóltsdeildini vann fyrr í dag 2-1 á Ranheim á útivølli.
Jóannes Bjartalíð spældi allan dystin fyri Fredrikstad, meðan Brandur H. Olsen var skiftur út tá 67 minuttir vóru leiktir.
Stutt áðrenn Brandur fór av vøllinum legði hann Fredrikstad á odda 1-0 aftaná gott forarbeiðið hjá Sondre Sørløkk. Sami Sondre Sørløkk økti til 2-0 tá 71 minuttir vóru leiktir. Jóannes átti frísparksuppleggið til stútaran hjá Sørløkk.
Talan er um fyrsta málið hjá Brandi fyri Fredrikstad í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Í 78. minutti eydnaðist tað heimaliðnum at minka um munin til 1-2, men eftir tað megnaðu mennirnir hjá Mikkjali at halda tætt.
Fredrikstad er fremst í deildini við 51 stigum. Nummar tvey er Kongsvinger við 43 stigum og nummar trý er KFUM Oslo við 41 stigum.
HER ber til at síggja málið hjá Brandi H. Olsen.
HER ber til at síggja málið Jóannes Bjartalíð legði upp til.