Víkingur er størsti favoritturin 2. hvítusunnudag

Her eru oddsini upp á dystin Víkingur-NSÍ

Í morgin, 2, hvítusunnudag klokkan 17 byrjar eysturoyaruppgerðin í Betrideildini hjá monnum millum Víking og NSÍ í Sarpugerði í Norðragøtu.

 

Víkingur er fremst í deildini við 24 stigum, meðan NSÍ er nummar fýra við 18 stigum.

 

Hjá altjóða veddingarfyritøkunum hevur Víkingur tann størsta favorittleiklutin 2. hvítusunnudag.

 

Miðaloddsini upp á ein heimasigur til Víking eru so lág sum 1,29.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 5,28.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til NSÍ eru so høg sum 7,43.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##