Víkingur kendi ikki sína vitjunartíð

Eftir at HB mest sum burtur úr ongum legði seg á odda, broyttist gongdin, og so misnýttu báðir partar brotsspark

19 ára gamli Samuel Chukwudi, sum her sæst saman við Sølva Vatnhamar hjá Víkingi, var í kvøld fyri 36. ferð á besta HB liðnum, og í kvøld skoraði miðverjin fyri fyrstu ferð mál í bestu deildini

HB er nú fremsti avbjóðarin hjá suverena KÍ. Í kvøld vann HB 2-0 á útivølli ímóti Víkingi. Talan var um sera søtan sigur, tí seinastu árini hevur tað gingið striltið hjá HB at vinna í Gøtu, og fyrstu stóru løtuna í kvøld var heimaliðið omaná. Víkingur spældi seg til fleiri góðar støður og møguleikar, og tað var mest sum ófatuligt, at tað ikki eydnaðist heimamonnunum at fáa hol á.

 

Eftir innlegg úr vinstru royndi Sølvi Vatnhamar seg mitt fyri og 8 metrar úr málinum, men Teitur Matras Gestsson bjargaði so  væl, sum tað næstan ikki ber til at ímynda sær. HB málverjin vísti landsliðsstøði, og tað var fyrst og fremst hansara avrik, sum vóru orsøkin til, at HB fór úr Sarpugerði við øllum stigunum, og at HB nú er næstovast. HB hevur 26 stig, og tað eru sjey stig fram til KÍ.

 

Poul Kallsberg var fremsti maður hjá Víkingi, og hann og Jákup Johansen høvdu stórar málmøguleikar. HB verjan bjargaði á málstrikuni, og so var tað – sjey minuttir undan steðginum – at HB vann brotsspark. Teitur Matras Gestsson legði bóltin undan lotinum og fram í heimabrotsteigin, har málverjin Bárður á Reynatrøð óregluliga feldi Mads Borchers. Jóhan Hendrik Ellefsen bríkslaði fyri brotssparki, sum Adrian Justinussen sendi framvið samankomingini.

 

HB ernaðist hesa løtuna, og tveir minuttir seinni setti Áki D. Samuelsen hol á. Hann royndi við skoti úr 22 metrum, og bóturin fór dygst inn við stólparótini.

 

Fimm minuttir seinni var hálvleikt, og fyrstu løtuna eftir steðgin vunnu bæði liðini seg til fleiri hornaspørk. 10 minuttir eftir steðgin datt bólturin eftir horna úr høgru frá Viljormi Davidsen fyri føturnar á miðverjanum Samuel Chukwudi, sum í kvøld var millum teir fyrstu ellivu, eftir at hann hevur verið skaddur. Samuel sendi bóltin upp í nettakið, og so var 2-0 til HB og mótbrekkan hjá Víkingi ógvuliga tung.

 

Tað gongur illa við málskjótingini hjá víkingunum. Størsta møguleikan fekk Sølvi Vatnhamar, tá ið tað restaði eitt stórt korter, men Teitur Matras Gestsson bjargaði brotssparkinum, ið tað varð bríkslað fyri, tá ið Poul Kallsberg fór um koll í samanbresti við Dan í Soylu.

 

19 ára gamli Samuel Chukwudi, sum her sæst saman við Sølva Vatnhamar hjá Víkingi, var í kvøld fyri 36. ferð á besta HB liðnum, og í kvøld skoraði miðverjin fyri fyrstu ferð mál í bestu deildini