Víkingur saknar framvegis álopsessini

AB liðið hevur skift tríggjar spælarar síðani tapið í Sarpugerði

Fyri aðru ferð í eina viku hittast AB og Víkingur. Víkingur vann 5-0 í Gøtu, og í dag er liðið hjá Víkingi mannað við somu spælarum sum seinast. Tað vil siga, at álopsspælararnir Andreas Lava Olsen og Finnur Justinussen framvegis eru so mikið skaðadarvaðir, at teir ikki eru tøkir.

 

AB venjarin Henrik Larsen hevur broytt sítt lið soleiðis, at tríggir nýggir menn eru á liðnum. Teir eru Ragnar Skála, Gunnar Reynslág og Rói C. Nielsen. Teir avloysa Bjarna Skála, Tróndur J. á Høvdanum og Santiago Lebus, sum er leikbannaður.