Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn endaðu aftast í niðurflytingarbólkinum í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Lemvig-Thyborøn tapti í kvøld á útivøllli 28-30 (14-14) fyri Norðursjællandi á útivølli. Vilhelm skoraði tvey mál og legði upp til eitt mál.
Tapið merkir, at Lemvig-Thyborøn endaði aftast í niðurflytingarbólkinum við ongum stigi.
17. mai og 20. mai skal Lemvig-Thyborøn spæla dystir móti Team Sydhavsøerne úr næstbestu deildini, ið hevur havt Brand Halgirsson í hópinum farna kappingarárið, og sum skal hava Paula Mittún á liðnum komandi kappingarár.
Samlaði vinnarin spælir í bestu deildini komandi kappingarár.