Sambært einum frágreiðing um heilsu sína er Kamala Harris bæði kropsliga og sálarliga klár at gerast forseti. - Mynd: Elizabeth Frantz

Vilja greiða alment frá heilsustøðuni hjá Harris

Demokratiska forsetavalevnið er til reiðar at taka við forsetaembætinum, stendur í læknafrágreiðing. Hvítu Húsini hava nú almannakunngjørt læknafrágreiðingina.

Sambært einum frágreiðing um heilsu sína er Kamala Harris bæði kropsliga og sálarliga klár at gerast forseti. - Mynd: Elizabeth Frantz

Amerikanska demokratiska forsetavalevnið, varaforsetin Kamala Harris, er frísk og væl fyri.

Hon er fult før fyri at røkja forsetasessin í USA, um hon vinnur valið á republikanska valevninum, Donald Trump, 5. november.

Tað stendur at lesa í læknafrágreiðing, ella einum tíðarriti, sum Hvítu Húsini hava givið út.

Í henni sigur læknin hjá varaforsetanum, Joshua Simmons, at seinasta kropsliga kanningin hennara í apríl var "merkisverd".

Hon hevur ein virknan lívsstíl og "sera heilsugóðan kost", hóast hon hevur nógv um at vera.

Hon hevur árstíðarbundið ovurviðkvæmi og onkrar sporadiska notusótt.

Hon roykir ikki og hon nýtir bara rúsdrekka í smáum mongdum.

- Hon hevur tað kropsliga og sálarliga mótstøðuførið, sum krevst fyri at røkja tær skyldur, sum fylgja við at vera forseti, eitt nú hægsta myndugleika við útinnandi valdi, ríkisleiðara og yvirherleiðari, skrivar læknin.

Kamala Harris, sum fyllir 60 ár 20. oktober, hevur almannakunngjørt frágreiðingina fyri at vekja ans fyri, at 78 ára gamli Donald Trump ikki hevur almannakunngjørt sína, sambært einum av hennara ráðgevum.

Demokratarnir eru vorðnir meira áhugaðir í at almannakunngera kanningar av heilsuni hjá valevnum, eftir at 81 ára gamli Joe Biden, forseti, tók seg aftur sum valevni í juli, og gjørdi pláss fyri tí nakað yngri Kamala Harris.

Biden tykist veikari av aldrinum enn Trump, sum eisini var forseti frá 2017 til 2021.

Valið millum Harris og Trump sær út til at vera sera tætt.

Reuters skrivar, at demokratarnir vóna, at mótsetningurin millum ta yngru Harris við útgivnu læknafrágreiðingini og tann eldra Trump kann sannføra ivandi um, at hon er betri egnað at røkja embætið í Hvítu Húsunum enn Trump.

 

Ritzau/Reuters

 

 

Sambært einum frágreiðing um heilsu sína er Kamala Harris bæði kropsliga og sálarliga klár at gerast forseti. - Mynd: Elizabeth Frantz