Eitt tað mest myndandi tíðarskeiðið í lívinum, er okkara tilvera innan skúlagátt.
Summi stórtrívast. Summi av og á, og uppaftur onnur als ikki.
Eins góð kenslan er tá tú mennist, kveikist menniskjaliga og sodnar bæði líkt og ólíkt, eins forpestandi og niðurtyngjandi, kann skúlatilveran vera, tá illa stendur til.
Ongin av okkum kennir seg væl, tá ráðaloysið og virðisloysi søkka samanum. Kenslan av ikki at røkka tað sama sum hini.
Og hesari kenslu eru tað nógv okkara børn, sum stríðast við dagliga.
Tað skal ikki serliga nógv hugflog til at skilja, hvat hesi ungu fólk berjast við dagliga, og hvat viðføri tey bera við sær framá leið í lívinum.
Uppgávuna at lofta truplu støðunum áleggja vit oftast lærarunum. Sjálvandi mangan við uttanhýsis hjálp frá øðrum samvirkandi fakbólkum.
Men kanska skulu vit flyta okkara skúlafatan á annan bógv. Kanska skulu vit flyta skúlaveggirnar, gera tað rúmligari, uttan at taka bygningin niður.
Vit hava sum politisk skipan stóra ábyrgd av at rúma øllum.
Samstundis sum flestu lærarar skulu rósast til skýggja, mugu vit ásanna, at avbjóðingarnar hjá einum parti av barnaflokkinum, er so kravmikil, at vit mugu hugsa skúlan, sum eina tvørfakliga menningarleið hjá barninum, heldur enn ein frálærandi skúla.
Hvussu vit flyta okkum hagar, er fyrst og fremst ein spurningur um hugburð.
Ein hugburð sum byrjar við barninum og tess tørvi. Og sum síðan flættar fakfólkini, sum vara av, á somu menningarkós hjá barninum.
Sum samfelag hava vit nógv at vinna, um vit betri lofta teimum, sum ikki trívast í skúlanum.
Og sum politisk skipan, hava vit skyldu til at stinga leiðir út í kortið, sum geva øllum møguleikan at velja eina góða og avbjóðandi tilveru.
Skúlin er tú og eg, og restina av lívinum bera vit hann á rygginum.
Sum eina byrðu, ella sum veingir at flúgva víðari við í lívinum.
Set krossin á trygga grund!
Páll á Reynatúgvu
Løgtingsmaður
Tjóðveldi