Wagner-leiðari: Vit taka okkum úr Bakhmut

Wagner-hermenn eru eftir øllum at døma á veg úr Bakhmut. Russiski herurin tekur yvir.

 

Leiðarin í Wagner-bólkinum, Jevgenij Prigozjin, boðaði leygardagin frá í eini video, at bólkurin hevði tikið Bakhmut. - Foto: Handout/Ritzau Scanpix

Privati russiski Wagner-bólkurin er við at taka seg úr býnum Bakhmut.

Tað sigur leiðarin í bólkinum, Jevgenij Prigozjin, í dag í eini video sambært tíðindastovunum AFP og Reuters.

Í staðin fyri Wagner-hermenn koma hermenn úr russiska herinum, verður sagt.

– Vit taka deildir okkara úr Bakhmut. Frá klokkan fimm í morgun tann 25. mai og fram til 1. juni verður størsti parturin av deildum okkara tikin aftur til legur longur aftur. Vit lata okkara støður til herin, sigur hann.

Nøkur av harðastu sløgum í krígnum hava verið í eysturukrainska býnum Bakhmut, sum er í Donetsk landspartinum.

Sambært Prigozjin eru 20 prosent av teimum 50.000 fangunum, sum Wagner hevur rekrutterað úr fongslum, deyðir í stríðnum í býnum. Eitt líknandi tal úr fasta herinum hjá Wagner eru eisini deyðir, verður sagt.

Tað svarar soleiðis til, at umleið 20.000 Wagner hermenn eru deyðir í Bakhmut.

Leygardagin vildi Prigoxjin vera við, at Wagnerbókurin hevði tikið býin.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, var skjótur úti og ynskti tillukku.

– Vladimir Putin ynskir Wagnar álopsbólkinum eins og øllum russisku hermonnum, sum hava hjálpt teimum, tillukku við at gera uppgávuna lidna við at fría Artyomovsk, stóð í boðunum.

Artyomovsk er fyrrverandi navnið fyri Bakhmut.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur viðurkent, at býurin ikki longur tykiskt verða á ukrainskum hondum. 

– Frá í dag er Bakhmut bara í hjørtum okkara, segði Zelenskyj um vikuskiftið.

Jevgenij Prigozjin hevur undir stríðnum um Bakhmut lagt fram ymsar pástandir um støðuna. Hann hevur eisini funnist at hernaðarligu leiðsluni í Russlandi og millum annað kravt, at bólkurin fær meira lóður.

Fyri kríggið búðu umleið 80.000 fólk í Bakhmut.

Volodymyr Zelenskyj hevur áður ávarað um, at Russland hevur ein »opnan veg« inn í eystara part av Ukraina, um Bakhmut verður hertikin.

Krígsgreinarar halda hetta tó ikki hava so stóran týdning.

/ritzau/Reuters

 

Leiðarin í Wagner-bólkinum, Jevgenij Prigozjin, boðaði leygardagin frá í eini video, at bólkurin hevði tikið Bakhmut. - Foto: Handout/Ritzau Scanpix