Zelenskyj og Rishi hittast í London

- Bretland gongur á odda, tá ræður um at víðka um okkara kapasitet á hermótinum og í luftini, sigur ukrainski forsetin.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, verður í London, har hann skal hitta bretska forsætisráðharran, Rishi Sunak.

 

Volodymyr Zelenskyj kom til París sunnukvøldið, har hann eitt nú hitti franska forsetan, Emmanuel Macron.

 

Ukrainski forsetin hevur eisini vitjað í Róm, Berlin og Aachen í Týsklandi.

 

- Bretland gongur á odda, tá ræður um at víðka um okkara kapasitet á hermótinum og í luftini. Hetta samstarv fer at halda fram.

 

Tað skrivar ukrainski forsetin sambært tíðindastovuni NTB á Tvitter.

 

Um vitjanina í London skrivar Volodymyr Zelenskyj soleiðis: 

 

- Eg skal hitta mín vin, Rishi Sunak. Vit fara at hava ítøkiligar samráðingar, andlit til andlits, skrivar hann á Tvitter.