2600 hoyvíkingar fáa kirkjuskatt aftur í dag

Rindaði tú kirkjuskatt í 2023 og hoyrdi til Hoyvíkar kirkjusókn, fær tú nú part av skattinum aftur.

Hetta tí at kirkjuskattaprosentið fyri sóknina var sett at vera 0,85 og ikki 0,60, sum rætt var.

Um 2.600 persónar rindaðu soleiðis ov nógvan kirkjuskatt hetta árið. Teir hava fingið nýggja skattauppgerð og fáa ov nógv goldna peningin aftur.

Hon kemur í Mínboks. Hevur man ikki Mínboks, kemur hon í postkassan.

Peningurin kemur væntandi í dag 23. desember

Hann kemur sjálvvirkandi á kontu. Tú skal einki gera fyri at fáa hann, skrivar Taks.