97 nýggir smittutilburðir í Noregi

Smittukurvan í Noregi er í løtuni "fløt", men hóast tað hava 21 kommunur í landinum veksandi smittu.

 

 

Í dag hevur Noreg srkásett 97 nýggjar covid-19 tilburðir. Hetta eru 80 tilburðir færri enn miðaltalið seinastu sjey dagarnar, sum er 177.

 

Hyggja vit hinvegin eftir talinum av smittutilburðum seinasta sunnudag - ella fyri einari viku síðan - var talið tá níggju tilburðir færri enn í dag.

 

Í Noregi verða sum oftast færri smittutilburðir staðfestir um vikuskiftið enn aðrar dagar í viku, og tað er óiva tí, at tá verða færri kanningar gjørdar.

 

Smittukurvan í Noregi er í løtuni "fløt", sum tikið verður til, men hóast tað hava 21 kommunur í landinum veksandi smittu.

 

Í løtuni eru 27 fólk innløgd á norskum sjúkrahúsum við covid-19, og higartil eru 796 fólk deyð av - ella við - koronu.