Aberdeen Off Shore á sinni – og grønu oljuføroyar í dag

Skulu vit hava einar grønar Føroyar og taka tær avbjóðingar, sum skulu til - ella skulu vit halta víðari á oljubreytini og bara halda, at tað gongur nokk?

 

 

 

Sum tíðin tó gongur. Tað eru 30 ár síðan, at Føroyar á fyrsta sinni vóru við á einari oljumessu, navnframu Aberdeen Off Shore. Søgan um hesa luttøku er henda:

 

Eg, og nøkur fá við mær, fylgdu við áhuga veksandi oljuvinnuni í Norðsjónum, og tá olja varð funnin tætt við Hetland, var sera sannlíkt, at eisini olja var føroysku megin markið, og vildi hetta vera ein risa møgulleiki fyri Føroyar og føroyskt vinnuliv. Eg var skjótt greiður yvir, at skuldu vit kveikja áhugan fyri Føroyum í oljuhøpi var neyðugt, at vit gjørdu vart við okkum og fóru í dialog við oljuheimin.

 

Eg visti um Aberdeen Off Shore, sum skuldi verða á heysti í 1991, og um várið setti eg meg í samband við messuna og leigaði ein lítlan bás. Hann kostaði rættiliga nógv, og spurdi eg tá navnframa og virkisfýsna skilamannin, Kjartan Kristiansen, sála, sum var stjóri á Menningarstovuni, um ikki hann kundi gjalda og standa fyri básinum, og hann játtaði beinanvegin.

 

Tað var eitt sera stórt ferðalið, sum fór til Aberdeen til messuna - út ímóti 100 fólkum, sum her á fyrsta sinni møttu oljuheiminum. Tryggvi Johansen, umboðsmaður okkara í Danmark, segði mær, at danska uttanríkisráðið vendi sær til hansara og spurdi, um hetta kanska var byrjanin til loysingina, um vit funnu oljuna!

 

Messan var sera væleydnað, góður hýrur var á ferðalagnum, og vit fingu vit stóra hjálp frá vælkenda Sofusi Poulsen i Aberdeen.  Øll vildu tosa við føroyingarnar, borgmeistarin í Aberdeen tók ímóti okkum og fingu flestu okkara oljufepur.

 

Tað vísti seg at verða áhugi hjá stórum oljufeløgum at bora við Føroyar. Um vit tá høvdu brúkt momentið og loyvt boring við einum fyrbils lógarkarmi, eri eg sannførdur um, at vit høvdu havt eina oljuvinnu við Føroyar. Í staðin læt landsstýri seta eina tunga nevnd sum brúkti fleiri ár til at gera eina lóggávu, sum ikki var serliga attraktiv fyri nakran, og fleiri óneyðug ár gingu, áðrenn sett varð á.

 

Restin er søga!

 

Eg sjálvur varð umboðsmaður fyri Amerada Hess, seinni kom Ben Arabo við, og undir leiðslu av navnframa Richard Hardman og DONG funnu vit rættiliga stóra  oljufeltið - Marjun - sum liggur suður imóti markinum.

 

Ivasamt var, hvussu stórt feltið er, leysliga mett 60 miljónir tunnur, men eisini var ivi um, hvussu legugrýtið er, og tí valdi man at bíða við at fara eftir oljuni i Marjun feltinum. Seinni funnu aðrir Ann Mari feltið, har fitt av gassi er. Sostatt er prógvað, at vit hava eina virkna olju-og gass framleiðslu í føroysku undirgrundini og allarhelst stór kommersiell økir. Oljan er her, men okkara lóggáva er framvegis ikki attraktiv fyri útlendsk oljufeløg og tí kemur eingin umsókn um leiting á okkara øki.

 

Hvat er status i dag á orkuøkinum?

 

Vit eru greið yvir, at vit mugu sleppa burtur úr fossilum orkukeldum, og vit siga, at vit skulu verða grøn í 2030, men tað er næstan bara SEV og Hiddenfjord, sum taka hetta í álvara. Um SEV fær fríð at arbeiða uttan almennar fótonglar og privatiseringstos, koma vit uttan iva koma rættiliga nær hesum máli. Okkara ídnaðarmálaráðharri sigur kortini, at vit skulu dríva á at leita eftir olju, so ein kann ivast i almennu grønu visiónini og kósini, og hvussu seriøs hesi vøkru grønu orðini eru hjá løgtingi og landsstýri.

 

Føroyar er í dag per capita heimsins størsti útlátari av Co2!

 

Vit innflyta olju sum ongantíð áður. Einki verður gjørt frá almennari síðu at tálma oljunýtsluni, einki príseftirlit við okkara duopoli við innflutningini av olju. Jú, meira orku, teir stóru kundarnar hjá SEV brúka, biligari er streymurin hjá teimum,  so tað er bara at koyra á. Okkara viðbrekni búskapur er gísli hjá altjóða oljumarknaðnum.  

 

Tíðin er kanska komin, at vit koma í ta margháttligu støðu, at vit verða noydd at fara eftir okkara olju og gasstilfeingi fyri at tryggja Føroyum orku, so leingi vit enn hava tørv á olju - og ikki tora at sleppa henni, kosta hvat tað vil!

 

Ensku oljufeltini, Rosebank og Cambo, liggja beint við okkara øki og fara hesi undir framleiðslu um stutta tíð. Føroya Tele fer at veita teletænastur til hesi økir og verða tá eisini stórir møgulleikar hjá føroyskari vinnu at sleppa upp í part her, so oljuvinnan er framvegis beint uttan fyri dyrnar - um vit vilja tað ella ei.

 

Norðan fyri Føroyar liggur stóra gassfeltið Kúlubøkan. Um vit fara eftir hesum gassi, sum kanska kann kallast ljósagrønt og lata nýggja Sundsverkið brúka LNG, hagani hava vit eina bíliga orkukeldu, kann hetta vara næstu 100 árini! 

 

Vit hava gott samband við Russland. Kanska vit skulu taka hetta málið upp við teirra stóra gassfelag Gazprom og bjóða teimum at taka gassið upp fyri okkum?

 

Hetta eru spurningar av risa týdningi fyri Føroyum, og sum løgtingið má fyrihalda seg til. Skulu vit hava einar grønar Føroyar og taka tær avbjóðingar, sum skulu til - ella skulu vit halta víðari á oljubreytini og bara halda, at tað gongur nokk?

 

##med2##

Eg persónliga gangi inn fyr einum 100 prosent grønum Føroyum. Uttan iva er sjóvafallsorka størsti møguleikin, vit hava heldur enn at tapetsera okkara lítla land við ov nógvum vindmyllum.  Alt tos her á landi um veðurlagsbroytingar er steðgað upp. Tað, sum hevur áhuga, eru sethúsaprísir og sølan av nýggjum bilum.

Vit síggja ræðuligar veðurlagsbroytingar kring knøttin, serliga í USA fyri tíðina - alt orsakað av okkara nýtslu av fossilum orkukeldum.  

 

Í farnu viku hevði bygdin Lytton í British Columbia kanadiskt hitamet við 50 stigum – nakrar dagar seinni var bygdin kolað upp av skógareldum!

 

Hesar broytingar fara at veksa ár um ár, og vit kenna tær eisini her á landi við meira vindi, ódnum, avfalli og kulda.  Arktis  og jøklarnir i Norðurhøvum minka í stórum. Eg vóni, at hesar veðurlagsbroytingar ikki fara at hava katastrofala ávirkan á okkara pelagiska fiskameingi kring okkum. Hvørvir sildin og makrelurin, sum fiskasløgini gjørdu i Grønlandi fyri tveimum árum síðan, og vit fáa vit alguboom og fiskasjukur, sum ger aling ómøguliga - ja, so verður lítið hugaligt her á okkara grønu klettum.

 

Johan Mortensen