Undanfarna nátt var friðarlig hjá løgregluni, og í náttarlívinum var einki at seta fingurin á.
Í gjár tók løgreglan ein bilførara í norðurøkinum, sum tey hildu var ávirkaður av øðrum enn rúsdrekka.
Blóðroynd er tikin, og hesin verður skuldsettur fyri at koyra rúsávirkaður.
- Tvey sett av nummarspjøldrum vórðu eisini tikin í norðurøkinum, sum er Eysturoy og Norðoyggjar.
Hetta visti vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn at siga í morgun.