Ætlanin er avgjørt at gera Marghøllina aftur

Síggj video av skaðanum, Marghøllin hevur fingið. Borgarstjórin í Vági sigur, at høllin er tryggjað og nú verður skaðin sýnaður

Dùkurin er skrædnaður eftir allari longdini. Myndin er av Facebook

##med2##

 

Ætlanin er avgjørt at gera høllina aftur. Tað sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági. Sum vit skrivaðu í morgun, hevur stóra Marghøllin í Vági fingið stóran skaða í ódnarveðrinum í nátt. Dúkurin er skrædnaður eftir allari longdini og samstundis hevur ein av síðunum eisini fingið stóran skaða.

 

Les meiri her: Marghøllin í Vágið er skrædnað í fullari longd

 

Bjarni Johansen sigur, at í fyrstu atløgu verður roynt at byrgja fyri, at skaðin ikki verður størri og at tað ikki elvir til størri skaða.

 

– Tað er tað einasta, vit kunnu gera beint nú, sigur hann. Hann sigur, at bjargingarlið og býráðið fara nú at meta um støðuna fyri at vita, hvat er at gera. Men hann sigur, at høllin er tryggjað og nú fara tey at seta seg í samband við tryggingin.

 

– Ætlanin er avgjørt at gera hana aftur, sigur borgarstjórin. Men hann sigur, at tað er eisini ein spurningur um, hvussu  sjálv konstruktiónin hevur tað og um hon hevur fingið skaða. Tað vita tey ikki enn og spurningurin er eisini um hetta fer at kosta kommununi, nakra munandi upphædd.

 

– Men sum støðan er nú, er avgjørt ætlanin at byggja marghøllina aftur, sigur, hann.  

 

Býráðið sigur eisini, dúkurin liggur og fýkur í vindinum, so av trygdarávum heita tey á fólk at halda seg burtur.

 

Trýst á pílin á næstovastu myndini og síggj videobrot, sum kommunan hevur tikið av marghøllini í morgun.

 

##med3##

 

##med4##

 

 

 

Dùkurin er skrædnaður eftir allari longdini. Myndin er av Facebook

Myndina tók Niels Jacob Eysturberg

Myndina tók Niels Jacob Eysturberg