Skattalættin fer veruliga at gera mun

– Tað eru fimm mál, sum eg eri serliga feg­in um, at vit hava avgreitt, nú vit hava sitið við valdið í hálvtannað ár

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løg­mað­ur, í samrøðu við ólavsøkublaðið hjá Sosialinum.

 

Landsstýrið hevur sitið í hálvt­ann­að ár, og tí verð­ur kom­andi ting­set­an uttan iva tann tingsetan, har størstu avgerðirnar hjá sitandi sam­gongu skulu takast.

 

– Fyrst vil eg siga, at hendan sam­gong­an hevur avgreitt ómetaliga nógv mál í mun til aðarar samgongur upp á hálvtannað ár, sigur Aksel V. Jo­hanne­sen, løgmaður

 

Lønarlyftið var veruliga neyðug

 

Fyrsta málið, sum løgmaður nevn­ir, er løn­ar­lyftið til lægri lønt á um­sorg­an­ar­øk­i­num, sum løgmaður heldur veru­liga var neyðugt.

 

– Lønirnar vóru lágar, og tað var trup­ult at fáa starvs­fólk inn­an tað øk­ið og fáa fólk at velja sær tær út­búgv­ing­ar­nar. So tað eri eg fegin um, og tað er nak­að, sum ger mun hjá teim­um, sum hava fingið lønarlyft, sig­ur løg­mað­ur.

 

– Taka vit til dømis ein náms­frøð­ing, so fingu tey við vanligu løn­ar­hækk­an­ini, sum eisini var høg, og løn­ar­lyft­i­num einar 5.000 krónur meira um mánaðin í hes­um tíð­ar­skeið­i­num, so tað ger veruliga mun, sig­ur hann.

 

Løgmaður er eisini serliga fegin um, at privati arbeiðsmarknaðurin eis­ini hevur tikið lønarlyftið til sín.

 

– Tey tímaløntu á privata ar­beiðs­markn­að­i­num hava eisini fingið løn­ar­lyft, og samstundist merkti tað eisi­ni, at Havnar Arbeiðskvinnufelag, sum hevur sáttmála við landið, eisini fekk tað løn­ar­lyftið frá tí almenna, sigur Aksel V. Johannesen.

 

Skattalættin fer veruliga at gera mun

 

Skattalættin er annað máli, sum løg­mað­ur nevnir.

 

– Skattalættin ger veruliga mun, tó at fólk kanska ikki merkja tað enn, tí at sam­stundis við skattalættan kom eis­ini in­fla­tión og rentuhækkingar, sum gera at fólk kanska hava havt minni peng­ar at liva fyri, og tí ikki veru­liga hava merkt skattalættan enn. Og bara helvtin av skattalættanum er kom­in í gjøgnum, hin parturin kemur á nýggj­ár­inum, vísir løgmaður á.

 

– Men skattalættin merkir, at all­ar inn­tøk­ur mill­um 29.000 og 50.000 krón­ur um mán­að­in fáa ein skatta­lætta sum er oman fyri 13.000 krón­ur um árið. Og teir bólkirnir sum liggja har eru millum annað náms­frøð­ing­ar, heilsurøktarar, sjúkra­røkt­ar­frøð­ingar, handverkarar, og ein ar­beið­ara­inntøka kemur upp ímóti 29.000 krón­um longu næsta ár, sigur Aksel V. Johannesen.

 

– Alt annað líka so er tað ikki ó­hugsandi, at í 2026, tá lønirnar hækka aftur hjá teimum tímaløntu, at tey eru komin upp á 29.000 krónur ella har á leið. So at eisini tey fáa full­an skatt­a­lætta, góðar 13.000 krónur um ár­ið. So eg eri øgiliga fegin um skatta­lættan, og hann fer at gera mun, og tað síggja vit eisini aftur, nú renta og inflatión er farin at lækka aft­ur, so at fólk fara at hava meira pengar um hendi, sigur løgmaður.

 

Allir føroyingar rætt til náttúruna

 

Løgmaður nevnir eisini málið um gongd í haga, sum hevur verið til nógva umrøðu seianstu árini. Tað er mál­ið um burðardygga ferðavinnu, sum varð samtykt fyrr í ár.

 

– Tað er eitt uppskot, sum vit fóru til val uppá, at tryggja at allir før­oy­ing­ar hava rætt til ókeypis at ganga í før­oysku nátt­úr­u­ni. Og tað er so tryggj­að nú, og tað eru vit í Javn­að­ar­flokk­i­num ó­met­a­liga feg­in um, sig­ur løg­mað­ur, sum legg­ur aft­ur­at, at hetta hev­ur eisini ver­ið eitt sam­gong­u­mál, so tað eru tey øll í sam­gong­uni sera fegin um.

 

– Náttúruverndarlógin hevur eis­ini verið eitt trupult mál. Haldi eini trý landsstýri hava arbeitt við lóg­gáv­uni, uttan at koma í gjøgnum við tí. Men tað eydnaðist okkum so í fjør at fáa nátt­úr­u­lóg­gáv­una samtykta, so tað ber til í nógv størri mun enn framm­an­und­an at verja okkara nátt­úru, sigur løgmaður.

 

Byggja íbúðir sum fólk hava ráð til

 

So er tað uppskotið um Bústaðir, sum varð samtykt, beint áðrenn Løg­ting­ið fór heim í summarfrí, at Bústaðir fær heim­ild til at stovna alment gagn­lig bú­stað­ar­feløg saman við komm­unum.

 

– Tað er fortreytin fyri at fáa ver­u­liga gongd á bústaðarbygging í Før­oyum. Tí at tað merkir, at í stað­in fyri at man skal í Løgtingið hvørja ferð­ at fáa eina heimild at upp­taka lán, sum ofta ikki røkkur til ser­lig­a nógv­ar íbúðir, so hevur man nú møgu­leik­an til, at hesi almenn gagnligu bú­stað­ar­fel­øg­ini kunnu fáa innskot frá komm­unum og frá Bústøðum og kunnu upptaka lán og harvið veru­liga seta gongd á í­búð­ar­bygg­ing­ina, sig­ur løgmaður.

 

– Avbjóðingin har er, sum eisini hev­­ur verið nógv frammi, at tað er øg­i­liga dýrt at byggja, og tí verður leig­­an alt ov høg, og hægri enn tey flestu klára at rinda, og tað er so upp­gáv­­an hjá Bústøðum at hyggja eftir, hvussu tey kunnu byggja bíligari, vís­­ir løgmaður á.

 

– Eg veit, at tað er trupult, tí til­far­ið er dýrt, men summar íbúðir hjá Bú­støð­um eru 90 fermetrar, sum fólk kanska ikki hava ráð at betala, so er kanska fræg­ari at byggja 70 fermetr­ar, sum fólk so kunnu betala. Tí má ma­n hyggja eftir, hvussu man kann byggja fram­eftir, so man fær ein kostn­að, sum fólk veruliga hava ráð at be­tala, sigur Aksel V. Johannesen um hesi fimm málini, sum hann er fegn­­ast um, at tey hava avgreitt hes­ar fyrstu 18 mánaðirnar.