Aftankvirra í Vágs kirkju

Av og á hava aftankvirrur verið í Vágs kirkju. Nú er nakað síðani seinast, men í annaðkvøld, hóskvøldið, verður aftur høvi at hugsavna seg í kvirru í vakra kirkjurúminum.

 

Umframt verður eisini bøn og sangur, bæði felagssangur og sangframførsla.

 

Vágs kirkja boðar soleiðis frá:

 

Aftankvirra og bøn verður í Vágs kirkju tórskvøldið 14. novembur klokkan 20.30.

Hans Jacob Hjelm, Dagfinn Olsen og Hjalmar Magnussen hugna um løtuna við sangi.