- Í gjárkvøldið fekk Oyndarfjørður ongan lim í býráðið í Runavíkar kommunu. Elin Klein Joensen, sum var í býráðnum, stillaði ikki uppaftur. Oyndfirðingar stillaðu Jóhan Vest upp. Hann fekk 101 atkvøður og manglaði eina atkvøðu í at verða valdur.
Hetta veit www.dimma.fo at siga í dag.
- Í dag hevur fínteljing verið. Eftir at tað var fíntalt, stóð á jøvnum millum Jóhan Vest og Jonhard Danielsen, sum báðir fingu 101 atkvøður. Tá Jonhard Danielsen í gjárkvøldið var áttandi og síðst valdi býráðslimurin á lista A, var í dag neyðugt við lutakasti millum Jonhard Danielsen og Jóhan Vest.
Dimma veit at siga, at Jóhan Vest vann lutakastið.
##med2##
- Í gjárkvøldið var atkvøðutalið hjá Jonhard Danielsen 102, men í fínteljingini í dag var talið 101. Jonhard Danielsen varð valdur fyri fýra árum síðan. Nú hann ikki er býráðslimur, eru seks av ellivu býráðslimum í Runavíkar kommunu nýggir, verður lagt aftrat.