Afturelding helt fast í oddasessinum

Afturelding vann stórsigur á heimavølli

Hóskvøldið tóku Hallur Arason, Sveinur Olafsson og liðfelagarnir í Afturelding móti ÍBV í heimadysti í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Afturelding vann stórsigur 38-27. Tað lá serliga væl fyri hjá heimaliðnum í fyrra hálvleiki. Í steðginum hevði Afturelding eina greiða 19-9 leiðslu.

 

Hallur skoraði fimm mál fyri Afturelding.

 

Mikukvøldið leiktu Jóhannes Bjørgvin og Stjarnan javnleik 20-20 (10-10) móti Haukum á útivølli.

 

Í kvøld klokkan 19 spæla Allan Norðberg, Bjarni í Selvindi og liðfelagarnir í Vali dyst á útivølli móti Fjölni.

 

Afturelding er fremst í deildini, og Valur kann við sigri í kvøld toga seg upp á triðja plássið.

 

Støðan:

 

Nr.Lið:DystirVJTMálmunur+/-Stig
1Afturelding7511228:1913711
2FH7502196:188810
3Fram7403235:217188
4Haukar8323239:23098
5Grótta6402185:17878
6ÍBV7313213:216-37
7Stjarnan7313188:189-17
8Valur6312196:179177
9ÍR7214221:230-95
10KA7205191:226-354
11Fjölnir6204151:189-384
12HK7115206:216-103