Almennur borgarafundur um tryggari ferðslu

- Tað er okkara ynski, at vit saman skapa eina tryggari og betri ferðslu, siga tey í Sands kommunu, sum skipa fyri almennum borgarafundi í annaðkvøld

Í annaðkvøld klokkan 20 verður almennur borgarafundur á Sandi um ferðslutrygd, har øll eru hjartaliga vælkomin. 

 

- Vit fara at umrøða ferðslutrygdina á veganetinum í Sands kommunu og trygdina á landsvegnum - frá Meginskúlanum Inni í Dal til rulluportrið á vegnum til Sandslíð.

 

Soleiðis siga tey í Sands kommunu, sum hava tikið stig til fundin, ið verður á Bókasavninum á Sandi.

 

- Vit bjóða øllum borgarum at luttaka á fundinum, har vit saman kunnu tosa um ferðslutrygdina í kommununi. 

 

Sands kommuna og Landsverk arbeiða við einari ferðslutrygdarætlan fyri vegirnar í sandsbygd  og landsvegin frá Meginskúlanum til rulluportrið á vegnum til Sandslíð. 

 

- Arbeiðið við ferðslutrygdarætlanini hevur sum mál at betra um trygdina hjá øllum ferðandi, bæði børnum  og vaksnum, siga tey í Sands kommunu um borgarafundin.

 

Á fundinum týsdagin fáa borgarar høvi at deila síni sjónarmið, royndir og møgulig ynski, sum kunnu betra um ferðslutrygdina.

 

- Vit ynskja, at so mong sum gjørligt møta upp og taka lut í kjakinum, tí okkara ynski er, at vit saman skapa eina tryggari og betri ferðslu í økinum, siga tey í Sands kommunu.