Jólagávur er ikki mín sterkasta síða

- Eg vildi ynskt, at heimurin bleiv eitt sindur friðaligari at liva í, sigur Emil Nolsøe, ið siglir sum skipari í Grønlandi

 

Hvar heldur tú jól? 

- Vit halda jólaaftan uppi í Hoyvík, heima hjá mær sjálvum. Hvussu verður jóladag og 2. jóladag, hava vit ikki avtalað enn.

Tað sigur Emil Nolsøe, ið siglur sum skipari í Grønlandi, men sum er heima á jólum.

Hvat eta tit á jólum? 

- Jólaaftan eta vit dunnu, og síðan verður tað helst ræst kjøt onkran av døgunum. 

Keypir tú jólagávur? 

- Ja, eg keypi jólagávur, men fái helst damuna at hjálpa mær, tí hetta er ikki mín sterkasta síða.

 

##med2##

Hvønn týdning hava jólini fyri teg? 

- Fyri meg hava jólini nógv at siga. Jólini eru væl kjølfest í okkara kristnu trúgv, og tað betýðir eisini nógv. Haraftrat er hugni og siðvenja knýtt at jólum. So ja - jólini hava nógv at siga. 

Hevur tú eitt jólaynski? 

- Eg vildi ynskt, at heimurin bleiv eitt sindur friðaligari at liva í, sigur Emil Nolsøe.

 

Lesið eisini um Fríðu Slyne, sum misti pápan fyrr í ár -

 

https://www.in.fo/news-detail/boernini-skulu-hava-tad-gott-a-jolum