Altjóða kvinnudagurin hevur enn stóran týdning

Javnstøða er ikki bara ein grundleggjandi mannarættur, men ein fortreyt fyri eitt framkomið samfelag.

 

ST lýsti í 1975, 8. mars at vera altjóða kvinnudag.

 

Stríðið um javnrættindi hevur røtur nógv longur aftur í tíðina, og nógv er broytt fyri at tryggja javnrættindi. Men enn er langt eftir á mál.

 

Hvørki úti ella heima er málið rokkið. Í søgu løgtingsins eru bara 31 kvinnur valdar inn - hetta er ikki nóg mikið at fylla løgtingssalin meira javnt.

 

Fyri okkum merkir javnstøða javnbjóðis møguleikar. Hetta skal galda í øllum viðurskiftum uttan undantak - so einfalt er tað!

 

So góðu kvinnur, góðan kvinnudag og haldið á!

 

 

 

Heilsan

 

Tingbólkur Sambandsfloksins