Andrass og Ási eru á beinkinum

Fleiri spælarar, sum hava verið á landsliðnum fyrr í ár, eru í kvøld á beinkinum

Liðini hjá B36 og HB síggja umleið soleiðis út, sum tað út frá undanfarnu dystunum kundi roknast við.

 

Hjá B36 er tað merkisvert, at Andrass Johansen ikki er millum teir fyrstu ellivu. Hann er á beinkinum. Leygardagin varð hann skiftur inn, skoraði og so varð skiftur út aftur, tá ið B36 vann 3-0 ímóti Skála. Andrass hevur fyrr í ár verið á landsliðnum.

 

Hjá HB er Ari Mohr Jónsson, sum fyrr í ár var á landsliðnum, á beinkinum. Har er hann saman við eitt nú Mikkel Dahl og so Ása P. Dam, sum hevur verið millum teir bestu hjá HB í nógvum av dystunum fyrr í ár.

 

 

 

B36 – HB kl. 19.00

 

Dómari: Rúni Gaardbo

 

B36: Silas Eyðsteinsson – Jann J. Benjaminsen, Thomas Lillo, Magnus Egilsson, Fabian Ness – Jelle van der Heyden, Anton Søjberg, Mattias Hellisdal – Marius Kryger Lindh, Zean Peetz Dalügge, Hannes Agnarsson

 

Á beinkinum: Bjarti Vitalis Mørk, Símun Sólheim, Bjarki C. Nielsen, Andrass Johansen, Gutti Dahl-Olsen, Mattias Weihe Joensen, Tobias Hansen

 

Venjari: Magne Hoseth

 

HB: Teitur Matras Gestsson – Mathias Voss, Bartal Wardum, Samuel Johansen Chukwudi, Viljormur Davidsen – Ejvind R. Mouritsen, Noah Mnenéy, Sammy Skytte – Mohamed Samba, Jákup L. Thomsen, Áki D. Samuelsen

 

Á beinkinum: Rasmus Nilsson, Heðin Hansen, Emmanuel Duah, Mikkel Dahl, Ási P. Dam, Ari Mohr Jónsson, Leivur Fossdal Guttesen

 

Venjari Adolfo Sormani