Adrian Justinussen og liðfelagarnir í Hillerød spældu í dag dyst á útivølli móti Helsingør í tí niðara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Hillerød fekk eina ræðuliga byrjan. Longu í fyrsta minutti skoraði Helsingør upp á eitt sjálvmál, og 16 minuttir seinni øktu teir til 2-0.
Tá 72 minuttir vóru farnir minkaði gamli B36 og HB leikarin, Sebastian Pingel um munin til 2-1, og 10 minuttir seinni javnaði Jonathan Witt til 2-2, so Hillerød fekk eitt stig við sær.
Adrian var skiftur út tá 10 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Hetta er annar dysturin á rað, at Adrian ikki skorar. Hann skoraði annars sjey mál í teimum fyrstu fimm dystunum.
Longu komandi fríggjakvøld klokkan 18 tekur Hillerød móti HB Køge á útivøli, so tá býðst møguleikin aftur.
Hillerød er fremst í niðara endaspælinum við 34 stigum. Teir eru trý stig frammanfyri gamla liðið hjá Halli Hansson, AC Horsens.