Lægemiddelstyrelsen eru gjørd varug við, at nakrir fáir sjúklingar, sum hava verið í viðgerð við heilivágnum Dicillin 500 mg frá fyritøkuni Sandoz, fyri bruna, eru smittaðir við multimótstøðuførum CPO-bakterium.
Talan er um 9 sjúklingar, sum hava fingið staðfest bakteriurnar í tíðarskeiðinum frá oktober 2022 til januar 2023. Ábendingar eru um, at tað er heilivágurin, Dicillin 500 mg frá Sandoz, sum er orsøkin til hetta. Hetta verður í løtuni kannað nærri og tískil er heilivágurin tikin av hyllunum fyribils.
Hetta skrivar landsapotekarin á apotek.fo.
Hvat skulu sjúklingar gera?
– Tað er umráðandi, at sjúklingar, sum eru í viðgerð, ikki steðga viðgerðini. Um tú ert í viðgerð við heilivágnum Dicillin 500 mg frá Sandoz, skalt tú lata heilivágin inn aftur á einum av apotekunum í Føroyum, og tú fært síðani nýggjan heilivág fyri bruna útflýggjaðan, sigur landsapotekarin.
Starvsfólkini á apotekunum kring landið eru klár at hjálpa tær at finna annan heilivág. Tað er ikki neyðugt at fáa nýggja resept frá kommunulæknanum.
Sí spurningar og svar við at trýsta her.