Talan var um eitt arbeiðsóhapp, sigur vaktleiðarin á politistøðin. Maðurin skuldi taka okkurt niður av einum taki. Hann fór á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Fallið var umleið fýra metrar, og óhappið er fráboðað Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, sum kannar málið nærri.
Í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um trupulleikum av leysum hundum í Sørvági. Aktingarmaðurin fekk boð um at taka sær av tí.
Talan var um leysar seyðahundar, sum gjørdu, at børn ikki tordu at ganga heim úr skúlanum.
Um hálgum fimm tíðina í gjár fekk løgreglan fráboðan um ófrið í Steinatúni í Havn. Tað vóru onkur av teimum, sum plaga at halda til, sum vóru farin at kjakast rættiliga harðliga, og tað endaði við, at ein teirra fekk bót fyri brot á skilhaldsreglarnar.