Fyrr í ár lýsti UArctic-felagsskapurin eftir fýra ph.d.-lesandi, sum eru knýtt at universitetum í UArtic-samstarvinum, og sum granska í arktiskum viðurskiftum. Endamálið var at fáa tey at kappast um at hava bestu framløguna á árligu Arctic Circle-ráðstevnuni, sum í hesum døgum verður hildin í Hørpu í Reykjavík.
Helgi Winther Olsen sendi eina umsókn inn og slapp gjøgnum nálareygað til sjálva finaluna, sum verður í kvøld klokkan 19:15 í Hørpuni.
Framløgan hjá Helga eitur “The Health-related Effects of the FIT FIRST School-based Physical Activity Concept in Faroese Schools”.