Tey hava eitt klassa húsorkestur mannað við Benjamin Petersen, Dánjal á Neystabø, Torleik Mortensen og Høgna Lisberg. Ja, so fær tað milt sagt ikki verið betri.
Tey, sum hava verið til árligu jólakonsertina vita, at hetta er ein heilt serlig uppliving. Og tað er ikki uttan orsøk, at flestu áskoðarar koma aftur ár eftir ár.
So finn tín innara jólamann ella vættur fram, og lat okkum saman skapa eitt ógloymandi kvøld á Reinsarínum fríggjadagin 13. desembur.
Keyp atgongumerkir á www.torsgota.fo