Árni M. Dam: Hetta kom var sera óvæntað

Tað sigur Árni M. Dam, sum mánadagin fekk at vita, at hann longu skuldi frá sum løgtingsmaður

Fyrr í summar boðaði Hanna Jensen, løgtingskvinna fyri Framsókn frá, at hon legði tingsessin frá sær fyri at røkja starvi sum rektari á Miðnámi á Kambsdali. Hon segði, at hon mátti velja millum tvey størv, sum henni dámdi væl, men valdi rektarastarvið.

 

Men nú hevur brádliga broytt hugsan, og hevur valt løgtingsstarvið.

 

Árni M. Dam, sum á seinastu trimum tingfundunum hevur røkt løgtingssessin fyri Honnu Jensen sigur seg vera ikki sørt bilsnan.

 

– Tað kann fyri so vítt gera tað sama, hvat eg haldi, tí hon eigur tingsessin, og tað er hon, sum bestemmar tað, sigur hann.

 

Hann dylur tó ikki fyri, at hetta kom óvart á.

 

– Eg fekk boðini á tingbólka fundi mánadagin. Tann 20. august fekk eg at vita, at skuldi røkja tingsessin í longri tíð. Um ikki alt valskeiðið, so í eitt ár ella tvey, sigur Árni M. Dam, sum ikki hevði roknað við at verið sendur til hús aftur longu nú og tí er sera harmur um støðuna.

 

Lesið eisini: Hann er aftur í Løgtinginum

 

Árni M. Dam er ikki í øðrum starvi, og hevur ikki sagt annað starv frá sær fyri at røkja tingsessin.

 

– Eg havi verið sjúkur og havi tí havt skerdar førleikar, sigur Árni M. Dam, ið longu nú er fyrrverandi løgtingsmaður.