At blanda seg, ella ikki at blanda seg!

Flestu føroysku flokkar siga seg ikki vilja blanda seg í innanríkispolitikkin í Danmark, men allíkavæl siga teir seg vilja peika á eina bláa ella reyða danska stjórn – nú sigur onkur enntá, at tað hevur stóran týdning fyri Føroyar, at Danmark fær eina bláa stjórn.

 

Ergo hava tey longu hava bundið seg til ávíkavist bláa ella reyða blokkin á fólkatingi, og tær ætlanir og politikkir, hesar samgongurnar umboða.

 

Fleiri av ætlanunum hjá donsku flokkunum eru áhugaverdar. Eitt nú hevur Konservativi Fólkaflokkurin ein politikk fyri sokallaða “ríkisfelagsskapin”, har tey m.a. siga “vi ønsker at styrke rigsfællesskabet og bevare det i al fremtid”. Føroyingar skulu eisini “i højere grad gøre tjeneste i Forsvaret.” Konservative vilja eisini seta á stovn eitt stjórnarráð fyri “ríkisfelagsskapin” og seta ein føroying ella grønlending, sum veruliga brennur fyri “ríkisfelagsskapinum”, sum ráðharra. Kanska tey, sum nú siga tað hava stóran týdning, at Danmark fær eina bláa stjórn, ynskja sær ein ráðharrasess.

 

Av teimum 4 stóru flokkunum, sum stilla upp til fólkatingsvalið, er tað bara ein veruligur fullveldisflokkur. Í Tjóðveldi eru vit hvørki reyð ella blá á fólkatingi. Vit eru reyð, blá og hvít. Verða vit avgerandi fyri hvør stjórn skal stýra Danmark, so eru tað føroysk atlit og føroysk áhugamál sum hava týdning. Millum annað siga vit, at stjórnin skal fráboða altjóða samfelagnum, at vit í Føroyum sjálvi skulu sleppa at avgera okkara framtíð, og føroyingar skulu sleppa at gera sína egnu grundlóg uttan uppíblanding úr Danmark.

 

Vel eina fullveldisrødd á fólkating. Vel Tjóðveldi!

 

Hervør Pálsdóttir,

 

Fólkatingsvalevni fyri Tjóðveldi