At tú samstarvar við eina krokodillu er eingin trygd fyri, at hon ikki etur teg

Kreml tekur ræðið á Carlsberg í Russlandi og hóttir Føroyar. Putin drepur ella fongsl­ar tey, sum ikki makka rætt, innan- sum utt­an­lands. Men sambært stórum parti av Løg­ting­inum liggur Føroya framtíð í tøtt­um samstarvi við Russland. Og eingin set­ir tann órógvandi spurningin: Er tað trygt at senda føroysk skip inn í russiskt øki?

Tað vóru tíðindi um all­an heimin, tá russ­iski staturin mitt í juli tók ræði á ogn­un­um hjá bæði fronsku fyr­i­tøk­uni Dan­one og á donsku fyr­i­tøk­uni Carls­berg í Russ­landi.

 

Bæði Danone og Carls­berg ávaraðu beinleiðis aðr­ar fyritøkur, sum virka í Russ­landi, um at tað er sera ótrygt. Hetta var við­kom­andi fyri Føroyar, sum hava nógv samstarv við Russ­land, og senda skip inn í russ­iskt øki at fiska. Men eing­in setti tað í samband við okk­­um. Tak meg ikki í tí, men eg haldi ikki, at KvF so mikið sum nevndi ogn­ar­tøk­ur­nar.

 

Carlsberg eigur (átti) ogn­ir fyri umleið 20 milliardir í Russ­landi. Russisku grund­gev­ing­ar­nar fyri at taka ræði á teim­um, vóru at Carls­berg ætlaði at selja ogn­ir­nar, og at Danmark er eitt fígg­ind­a­liga sinnað land.

 

Tað eru Føroyar eisini. Vit hava valt síðu í stríðnum í U­kra­ina. Men vit halda ikki, at nakað kann henda okk­um. Einki ávirkar okk­ara bláoygda happy-go-lucky hugburð.

 

 

 

Russisk hóttan

 

15. august boðaði russiski send­i­harrin í Danmark, Vlad­i­mir Barbin, frá, at Russ­land ikki kann góð­taka, at Føroyar hava av­mark­að atgongdina hjá russ­isk­um fiskiskipum til før­oysk­ar havnir. Hetta var eitt stig til at ”oyða fiski­vinnu­sam­s­tarvið” millum lond­ini segði hann. Hóast fiski­vinn­u­av­tal­an ikki er rørd.

 

Hann ávarar – les: hóttir – Fø­r­oyar og sigur, at hetta kann krevja eina reaktión frá Rus­slandi. Álitið á Før­oyar má eftirmetast, sigur hann.

 

Og hann fer víðari enn so. At Føroyar, sambært eini felags semju í rík­is­fel­ags­skap­i­num, skulu virka fyri friði og trygd í Norð­ur­høvum ”saman við sam­eindum og NATO”, kann eisini ganga út yvir sam­bondini við Russland, sigur hann. Hann leggur seg altso út í okkara trygdarpolitikk.

 

Tá ambassadørurin boð­ar frá slíkum, ger hann tað vegna sín arbeiðsgevara – stýr­ið í Kreml. Og boðini eru, at Føroyar ikki á nakran kon­kret­an hátt skulu taka støðu fyri Ukraina og ímóti Russ­landi. Gera vit tað, kann tað kosta okkum. At vit vilja samstarva um frið við okkara demokratisku grann­ar og NATO, kann eisini kosta okkum.

 

At Kreml sendir slík boð til Føroya, er eftir øll­um hugsandi kriterium stór­tíð­indi.

 

Men hvørki politiska skip­an­in ella KvF tóku tað upp. Happy-go-lucky...

 

 

 

Merkir einki fyri Russland

 

Sambært almennum út­rokn­ingum hjá Lands­stýr­i­num, er fiskivinnuavtalan við Russland samlað sæð verd umleið null krónur fyri Føroyar. Tøl, sum Árni Dam hevur lagt fram, vísa, at hon gevur stórt hall. Tøl frá fólki, sum liva beinleiðis av av­taluni, vísa hinvegin, at hon gevur stórt yvirskot.

 

Eg skal ikki gera meg klók­an upp á tað. Men eitt er vist: Fyri Russland hev­ur avtalan ongan fíggj­ar­lig­an týdning. Í mun til teirra búskap er hon ein við­fán­ing­ur. Sum ein kiosk í einum stór­býi.

 

Hví hevur russiska sam­band­ið við Føroyar tá so stór­an týdning, at Kreml send­ir am­bassadørin í býin við hasi hóttanini?

 

Fleiri hava sagt, at tann lut­vísi havnastongsulin, vit hava sett í verk, bert rakar okk­um, og er til fyrimunar fyri Russ­land, tí nú sleppa teirra skip undan at koma í havn her. Er tað rætt, mátti am­bas­s­a­dør­ur­in fegnast um til­tøkini. Men hann er jú ras­andi.

 

So hvat snýr hetta seg um? Jú, tað sýnir út­meld­ing­ini hjá Barbin sólarklárt: Russ­land vil hava NATO burt­ur frá Føroyum, og sjálvt púra frítt kunna brúka oyggj­ar­nar til sítt virk­semi. Stend­ur alt púra op­ið, kunnu Føroyar brúk­ast sum ein russisk mið­støð í Norð­ur­at­lants­havi.

 

 

 

Vanligur taktikkur

 

Tá tú vilt hava ávirkan á eitt land, er tað ein púra van­lig strategi at gera hetta landið búskaparliga heft at tær. Tað var m.a. tað, Marshall-hjálpin eftir ann­an heimsbardaga snúði seg um. Tað er tað, Kina ger í t.d. Afrika. Tað er eisini tað, sum summi halda, at Da­n­mark hevur gjørt mótvegis Før­oy­um. Við fíggjarligum til­knýti kemur ofta politiskt til­knýti.

 

Kann stýrið í Kreml, við at brúka lutfalsliga fáar krón­ur í Føroyum, fáa okk­um at knýta okkum at teim­um politiskt, so gera teir ein sera góðan handil.

 

Hetta er Russlands yv­ir­skip­að­a, strategiska mál við sam­starv­i­num. Tað er ikki fisk­ur. Tað er ikki handil. Tað er politikkur.

 

Hetta var eisini orsøkin til, at Kaj Leo varð boðin til Russ­lands í 2014. Russar tos­aðu tá ikki bara um handil, men eisini um ”eitt strat­e­giskt samstarv við Føroyar”.

 

Royndirnar at knýta Før­oy­ar tætt at tí sonevnda ”Eurasiatiska bú­skap­ar­sam­veld­i­num” (Russ­lands svar uppá ES) hava helst eisini havt eitt pol­it­iskt/strategiskt mál. Sam­ráð­ing­ar­nar um hetta hevur lands­stýr­ið nú steðgað.

 

Hjá okkum hevur tað bara snúð seg um fiskivinnu og handil. Hjá Russlandi hevur yv­ir­skipaða endamálið eis­ini verið politiskt og strat­e­giskt. Føroyar skuldu tog­ast burtur frá okkara grann­um, og gerast politiskt loy­al­ar mótvegis okkara bú­skap­arliga partnara fyri eystan.

 

Russiski ambassadørurin sig­ur beinleiðis, at orsøkin til, at føroyskur fiskur er slopp­in inn á russiska mark­n­aðin er, at vit ikki hava tikið lut í antirussisku revs­i­til­tøk­unum hjá ES móti Russ­landi. Og hetta, sigur hann, er grundarlagið undir okk­ara búskaparvøkstri.

 

Hvør skal siga: Taka tit í verki frástøðu frá russ­isku brotsverkunum, kem­ur tað at kosta tykkum øk­o­nom­iskt!

 

 

 

Don’t rock the boat

 

Henda logikk hava mong í Før­oy­um longu tikið til sín.

 

Í kjakinum um hvat vit skulu gera í mun til kríggið, eru fleiri sum ávarað ímóti at gera nakað, sum kann á­virka samstarvið við Russ­land.

 

Sjálvt smá stig verða hild­in at kunna fornerma Russ­land, ið so kann svara aftur. Hetta er júst tann logikkur, ið ligg­ur í útmeldingini hjá ambassadørurin.

 

Kanska fer Russland at steðga við at keypa okk­ara vørur, siga hesi fólk. Kanska enntá at uppsiga fiski­vinn­u­av­tal­una. Tí er best at siga sum minst og gera enn minni.

 

Eg havi stundum víst á, at tosk­ur­in í Barentshavinum ikki er ein russisk gáva til Før­oya, men at tað, vit lata aft­ur­fyri, er sera, sera nógv vert. At vit sum tað minsta eiga at hava betri eftirlit við russ­isku skipunum, sum fiska her. Og at vit ikki nýt­ast at geva 30 russiskum skip­um rætt til at fiska við Før­oy­ar.

 

Hetta er alt viðkomandi. Men mínar royndir eru, at summi ikki halda, at tað so mikið sum skal nevnast. Alt, sum kann órógva sam­starv­ið við Russland, skal tigast burt­ur.

 

Hugsanin kann lýsast við eini aðr­ari enskari vending: Don’t rock the boat.

 

Vit skulu gera sum Norra, bleiv ein­a­ferð sagt. Men nú hev­ur Norra knallhart eft­ir­lit við russiskum skipum. Og Norra hevur ikki bara sam­tykt at lata 85 milliardir norsk­ar krónur til Ukraina, men eisini at lata landinum stríðs­flog­før at berjast móti russ­iska herinum. Í Norra letur eingin seg ávirka av, at Put­in kanska blívur keddur.

 

So nú hoyrist ikki so nógv um, at vit skulu gera sum Norra...

 

Eru vit komin hartil, at atlitið til kenslurnar hjá ein­um blóð­dálk­að­um stýrið ger av, hvat vit halda okkum kunna siga og gera? Og eru vit tá ikki á skeivari kós?

 

 

 

Ørkymlandi spurningar

 

Mikudagin í farnu viku blivu Prig­oz­hin og aðrir Wagn­er-menn dripnir á spek­tak­u­leran hátt. At teir høvdu eina ”avtalu” við Put­in gjørdi ikki so nógvan mun. Prigozhin var eitt bøl­menni, sum eingin fer at sakna – men soleiðis er lagn­an hjá øllum í Russlandi, sum koma uppá tvørs av dik­ta­tor­i­num. Antin verða tey fongsl­að – ella verða tey drip­in.

 

Og sum Putin arbeiðir inn­an­lands, soleiðis ar­beið­ir hann uttanlands. At Russ­land undir hansara stýri ikki er ein álítandi partnari, hava mong sannað. Ikki bara fyr­i­tøk­ur sum Danone og Carls­berg, men eisini lond sum Týskland, ið gjørdu seg heft at russiskari olju og gassi. Fyri ikki at tala um Ge­orgia og Ukraina...

 

Men sambært kanning hjá Sos­i­alinum hevur ein stór­ur partur av Løg­tingi­num so stórt álit á stýrinum í Kreml, at tey uttan at blunka og uttan at kenna treyt­ir­nar vilja hava, at alt sam­starv­ið skal halda fram. Av­markaðu tiltøkini, sum eru sett í verk, skulu strikast, og fisk­i­vinn­u­av­tal­an skal endurnýggjast. Put­in forever kundi ver­ið yvirskriftin á teirra pol­i­tikki.

 

At ein samlaður Fólk­a­flokk­ur heldur hetta, er ikki ó­vænt­að eftir tær útmeld­ing­ar, sum hava verið í langa tíð. Men at ein stórur partur av Sam­bands­flokk­iønum heldur ikki setur spurn­ar­tek­in við nakað sum helst, er ilt at skilja.

 

Tí teir spurningar, sum troka seg fram, snúgva seg ikki bara um reella virð­ið á fiskivinnuavtaluni. Teir snúgva seg eisini um pol­i­t­isk virði.

 

Og so snúgva teir seg um nak­að, sum vit, hóast tað er ør­kym­l­andi, ikki koma utt­an um: Trygdina.

 

Vestanlond hava lagt hald á fleiri luksusskip hjá russ­isk­um oligarkum, sum standa Putin nær.

 

Russland hevur tikið ogn­ir­nar hjá m.a. Carlsberg í Russ­land, tí Danmark verð­ur roknað sum ein fíggindi.

 

Russiski ambassadørurin rokn­ar tað, vit hava gjørt, sum fígg­ind­a­ligan atburð og ger greitt, at tað ”kann krevja eina reaktión” frá Russ­landi. Og hann tosar alt­so vegna Kreml.

 

So tann óbehagiligi spurn­ingurin er: Hvussu trygg eru tey skip, sum vit senda inn í russiskt øki?

 

 

 

Vinalag við krokodilluna

 

Eg dugi at ímynda mær, hvussu nøkur svara hesum spurn­ingi:

 

”Tað er kanska ein vandi – men tað er okkara egna skyld! Vit skuldu ikki for­dømt russisku inn­rás­ina! Vit skuldu ikki steðg­að samráðingunum við Eu­rasiatiska bú­skap­ar­sam­veld­ið! Vit skuldu ikki sam­starv­að við okkara granna­lond og NATO um trygd. Vit skuldu ikki framt tann lutvísa havn­a­stongs­ulin! Og Aksel og Bjørt skuldu ikki við stórum smíli tik­ið í hondina á Zelenski!”

 

At hetta ávirkar hvussu vit standa í eygunum á Kreml, er eingin ivi um. Við­hvørt kann tað kosta at hava prinsipp.

 

Høvdu vit ikki sam­starv­að við okkara grannalond og NATO um trygd, hevði russ­iski ambassadørurin ikki verið so illur við okkum. Høvdu vit ikki verið kritisk móti stýrinum í Kreml, høvdu Russisk skip ligið við kei í Runavík. Vandin hevði eis­ini verið nógv minni fyri, at Russ­land brádliga sigur upp fisk­i­vinnuavtaluna. Ella brád­liga steðgar við at keypa okkara fisk. Ella tek­ur eitt føroyskt skip. Hetta eru vandar, vit nú liva við.

 

Høvdu vit ikki – í ein á­vís­an mun – latið okkum stýrt av virðum, kundu vit utt­an nakran iva eisini tjent nógv meira upp á samstarv við Russland, enn vit hava gjørt. Russland hevur brúk fyri vinum í hesum døgum, og hevði viljað rindað nógv fyri okkara loyalitet.

 

Spurningurin er bara, hvussu gott og hvussu trygt hetta hevði verið fyri okk­um í longdini.

 

At tú samstarvar við eina krok­o­dillu er eingin trygd fyri, at hon ikki etur teg.