Ávaring; Mæla fólki frá at koyra ígjøgnum Kollafjarðartunnilin

Landsverk mælir fólki til at fara eftir oyggjarvegnum ístaðin

Landsverk mælir nú øllum bilførarum frá at koyra ígjøgnum Kollafjarðartunnilin. Orsøkin er, at tað er so nógvur bilaroykur og gass í tunlinum, at tað er ikki ráðiligt at koyra ígjøgnum hann. 

 

Tískil mælir Landsverk heldur fólki til at fara eftir Oyggjarvegnum. Roynt verður at loysa trupulleikan við viftum.

 

Tað er óvist, hví roykur hevur hópað seg upp í tunlinum - um ein vifta er farin, ella hvat tað er.