Soleiðis ávarar Føroya Politi á Facebook, nú tað hevur regnað sera illa seinastu tímarnar:
– Sera nógv vatn er á vegunum, og bilførarar mugu vísa størsta varsemi, tá ið koyrt verður eftir landsvegnum.
Sí annars koyrilíkindini á heimasíðuni ella Facebook vanganum hjá Landsverki, www.landsverk.fo, ávarar vaktleiðarin hjá løgregluni.
Soleiðis ávarar Landsverk í løtuni:
GEV GÆTUR:
Ávaring!
- Sera nógv avfall er íløtuni
- Mett verður, at í kvøld er sera stórur vandi fyri áarlopi og/ella omanlop.
- Ein stórur steinur er dottin niður á vegin á Heltnini á Oyndafjarðarvegnum.
- Heitt verður tískil á allar bilførarar um at vísa størsta varsemi
- Vatn flýtur yvir um vegin frá Kaldbaksbotni og inn til Kaldbaksbygd. Mælt verður frá allari óneyðugari koyring á hesum vegastrekki í løtuni.
- Sera nógv vatn rennur eftir vegnum í ovaraborð frá rundkoyringin í Kollafirði og Fram í dal í Kollafirði.
- Sera nógv vatn er á vegnum Inni í Firði í Kollafriði
- Nógv vatn rennur tvørtur um vegin við Magnstøðina við Streymin
- Sera nógv vatn er á vegnum. Í støðum klára veitir og tvørrennir ikki at fylgja við. Hetta viðførir at vatnstøða veksur á vegnum.
- Heitt verður á allar bilførarar um at vísa størsta varsemi, tá ið koyrt verður á landsvegnum.