Bæði føroyingaliðini í bestu íslendsku hondbóltsdeildini vunnu

Valur vann stórsigur á útivølli og ÍBV vann á heimavølli

Bæði føroyingaliðini í bestu íslendsku hondbóltsdeildini vóru í leiki í kvøld.

 

Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali spældu á útivølli í Selfossi. 

 

Har eydnaðist tað Vali at vinna stórsigur 32-19 á Selfossi. Í steðginum var Valur á odda 16-10.

 

Málmansveteranurin hjá Vali, Björgvin Páll Gústavsson hevði heilar 20 bjargingar, og tað mundi taka pippið frá heimaliðnum.

 

Allan skoraði tvey mál fyri Val.

 

Valur er nú einsamalt oddalið við seks stigum fyri tríggjar dystir.

 

Liðið hjá Dánjali Ragnarssyni, ÍBV vann á heimavølli 30-26 á Haukum. Í steðginum var støðan javnleikur 15-15. 

 

Støðan:

 

NrLið:DystirVJTMálmunurStig
1Valur330094:716
2FH320186:764
3ÍBV320189:814
4KA312093:864
5Afturelding320197:814
6HK311185:853
7Fram311190:913
8Haukar310282:792
9Grótta210152:522
10Víkingur310278:912
11Stjarnan200243:600
12Selfoss300363:990