Í samrøðu við Sosialin nú á jólum sigur Turið Horn, forkvinna í Barnabata, at aftur í ár hava nógvar barnafamiljur trupult við at fáa endarnar at røkka saman upp til jóltíðir. Tað sæst á talinum av umsóknum at fáa jólahjálp frá Barnabata.
Í ár komu 342 umsóknir inn áðrenn umsóknarfreistina, og av hesum fingu 325 familjur játtað jólahjálp.
Barnabati letur 1,2 mió krónur, og Reyði Krossur Føroya 400.000 krónur til jólahjálpina.
Familjur fáa 1.500 krónur hvør, umframt 500 krónur pr. barn.
Av hesum 325 familjunum eru tað 714 børn, sum hava fingið jólahjálp í ár. Av teimum 325 eru 229 stakir uppihaldarar og 96 pør.
– Vit hava lagt merki til, at tað eru nógv fleiri kvinnur, altso stakar mammur. Eg veit ikki, um tað er rollufordeilingin í okkara samfelag, sum ger tað, at kvinnur eru skjótari til at biðja um hjálp enn menn, sigur Turið Horn.
Lesið meira í stóra jólablaðnum hjá Sosialinum, ið hesaferð er 96 síður og sum fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu lesa á sos.fo