Bara ein borgarstjóri í Vági

Tað er nú staðfest, at tey í Vágs býráð ikki sleppa at býta sessin millum Levi Mørk og Marin Gaardlykke

Sum in.fo skrivaði í gjárkvøldið, so ber ikki til at gera avtalu um býta borgarstjórasessin millum tveir persónar, soleiðis sum tey høvdu ætlað og sum tey boðaðu frá í Vági í gjár. 

Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin halda fram í samgongu í Vági, og tey høvdu gjørt eina avtalu um, at Levi Mørk úr Javnaðarflokkinum var borgarstjóri tey bæði fyrru árini, meðan Marin Gaardlykke verður borgarstjóri tey bæði seinnu árini.

Men tað er ikki loyvt, og tað hava tey í Vági nú tikið til eftirtektar. Tí verður Levi Mørk borgarstjóri í Vági alt valskeiðið.